Renna undan hóttanini

Felags fyri EB/Streym og B68 er, at tað ræður um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting

Fayo Kruse vardi síðsta sunnudag fyri fyrstu ferð málið hjá EB/Streymi

Fyri aðru ferð í ár verður oyggjauppgerð millum EB/Streym og B68. Fyrra ferðin var 16. apríl, tá ið tað á Svangaskarði endaði við málleysum javnleiki. Síðani tá hevur B68 vunnið tveir dystir og spælt tveir javnar, og EB/Streymur hevur vunnið ein dyst og tapt hinar.

 

Í 1-0 tapinum á heimavølli ímóti TB var Fayo Kruse fyri fyrstu ferð málverji, og hann stóð seg sera væl. Nú er Jóannes Davidsen tøkur aftur. Hann hevur vart málið higartil í ár, men ímóti TB var hann ikki tøkur, tí hann undir venjing hóskvøldið í síðstu viku fekk dyggan stoyt í høvdið. Hann er tøkur aftur, og so er spurningurin, um Sigfríður S. Clementsen velur annan ella hin at verja málið.

 

Markus Hellisdal er tøkur aftur eftir leikbann, og tað er ivasamt, um Rani Hansen og Tóki H. Johannesen eru tøkir. Teir hava báðir verið skaðadarvaðir.

 

Hjá B68 eru Áki Johannesen og Villiam Klein tøkir aftur, eftir at teir hava verið skaddir. Boubacar Dabo er leikbannaður, og Esmar P. Clementsen og Gilli Samuelsen eru skaddir.

 

Fayo Kruse vardi síðsta sunnudag fyri fyrstu ferð málið hjá EB/Streymi