Rinda 23,5 milliónir fyri at kanna ferðafólk fyri koronu

Fleiri tinglimir halda, at tað er ovboðið, at føroyski skattfjaldarin skal rinda fyri at kanna fólk, sum koma til Føroyar

Landsstýrið vil nú hava Løgtingið at samtykkja, at játta 13,5 milliónir so at fólk, sum koma til Føroyar, kunnu verða kannað fyri koronu, og tað ókeypis eisini.

Sostatt hevur landskassin rindað 23,5 milliónir so at fólk, sum koma til Føroya, verða kannað fyri koronu. Og tað halda fleiri tinglimir, er ovboðið.

Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sigur, at tað er hvørki rætt ella rímiligt, at føroyski skattgjaldarin skal rinda fyri at kanna útlendsk ferðafólk fyri koronu. Og hann heldur, at føroyingar, sum ferðast til stuttleika, eiga eisini sjálvir at rinda fyri at vera kannað fyri koronu.

Hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at royna at fáa í rættlag, nú ímeðan Løgtingið viðger málið.

Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, og Ruth Vang úr Framsókn, halda, at peningurin var betur farin, var hann ístaðin brúktur til at fáa læknar til at støðast í Føroyum, heldur enn at fara av aftur landinum.

Og samstundis segði Kristina Háfoss, at Tjóðveldi tekur ikki undir við, at hetta heldur fram og tí fara tey at royna at fáa tað broytt. Og samstundis vil Tjóðveldi hava Landsstýrið at yvirtaka lógarverkið á økinum, so at vit sjálvi hava heimildirnar.

Christian Andreasen, framsøgumaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at smittulógin er donsk, og eftir henni er tað staturin, sum rindar kostnaðin av tiltøkum, sum verða sett í gildi eftir henni.

– So skulu vit taka gjald fyri kanningarnar, verður tað neyðugt at broyta farsóttalógina, sigur hann. Og sjálvur heldur hann, at smidligasta loysnin er at yvirtaka lógina, tí so kunnu vit broyta hana og tá kunnu vit eisini seta í lógina, at fólk, skulu sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu.

Men sjálvur tekur hann ikki undir við, at fólk sjálvi skulu rinda fyri at lata seg kanna fyri koronu, í hvussu so er ikki tann føroyingar.

Christian Andreasen, sigur, at hann hevur talað fyri, at føroyskir myndugleikar útvega sær heimild til at seta ymisk tiltøk í verk á hesum øki, men tað er ikki undirtøka fyri tí í samgonguni.