Rói og liðfelagarnir í HØJ eru í tøttum uppflytingarstríði

Trý føroyingalið leiktu í dag í næstbestu donsku hondbóltsdeildini við misjavnari eydnu

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ eru í tøttum uppflytingarstríði við Team Sydhavsøerne og Skive í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

HØJ vann í dag á heimavølli stórsigur 38-23 á Tønder. Í steðginum var HØJ á odda 22-13.

 

Rói gjørdist næstbesti málskjúttin hjá HØJ við sjey málum.

 

Ringsted er fremst í deildini við 35 stigum, og hevur vunnið grundspælið. HØJ er nummar tvey við 30 stigum. Teimum á baki koma Team Sydhavsøerne og Skive við 29 stigum. Nummar tvey og trý sleppa at spæla uppflytingardystir móti liðum úr bestu deildini.

 

Komandi leygardag hevur HØJ lykladyst móti Skive á útivølli. Vinnur HØJ dystin enda teir millum trý tey fremstu liðini í deildini.

 

Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF leiktu í dag javnleik 27-27 móti Grindsted á útivølli. Grindsted var á odda 13-11 í steðginum. Jónas fekk seinasta orðið í dystinum, tá hann fá sekund undan leikloki skoraði til 27-27.

 

Jónas var saman við Nikolaj Keller toppskjútti hjá FIF við seks málum. Leivur skoraði tvey mál í dag.

 

FIF er nummar átta í deildini við 21 stigum, og hava tryggjað sær eitt nýtt kappingarár í deildini.

 

Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Roskilde eru fluttir niður, og í dag tapti Roskilde stórt á útivølli 23-35 (12-20) fyri Odder. Rógvi skoraði trý mál fyri Roskilde í dag.

 

Roskilde hevur bert níggju stig fyri 23 dystir. Roskilde endar kappingarárið komandi leygardag við heimadysti móti Aarhus HC.