Rok.fo er flutt í nýggj hølir

Síðani Rok.fo byrjaði í mai 2023 hevur eftirspurningurin verið støðugt veksandi

 

- Stóri eftirspurningurin ger, at opið er í nýggju hølunum við Hoyvíksvegin allar dagar - uttan sunnudag - frá klokkan 10 um morgunin til klokkan 18. Soleiðis er lætt hjá viðskiftafólki at heinta pakkarnar, sum verða bílagdir.

Tað sigur Høgni Thomsen, ið rekur Rok.fo, sum nú húsast í nýggjum hølum á Hoyvíksvegi 63, har Waag áður hevði sína bilasølu.

Hann vísir á, at umleið helmingurin av viðskiftafólkunum velja at fáa pakkan beinleiðis heim til sín sjálvs, og hin helvtin velur at heinta pakkan sjálvi.

 

Hvat er Rok.fo?

Nógv spyrja, hvat Rok.fo er, og stutta svarið er, at hetta er ein risastórur nethandil við fleiri enn 2,8 milliónum ymiskum vørum.   

Tað er slóðbrótandi fyri brúkaran í Føroyum at hava atgongd til so nógvar ymiskar vørur. 

- Vit royna at hava so lágar prísir sum yvirhøvur gjørligt, og í flestum førum eru vit væl bíligari enn okkara kappingarneytar. 

Høgni Thomsen vísir á, at Rok.fo hevur onga goymslu í Føroyum, men vøran kemur heim úr útlandinum so hvørt, sum viðskiftafólk bíleggja.

- Hetta er ein av orsøkunum til, at vit hava so lágar prísir. Hóast goymslan er uttanlands, so er veitingartíðin ikki longd – og onkuntíð bara fimm dagar, sigur hann.

 

Trygt at keypa

Prísurin í nethandlinum Rok.fo er endaligi prísurin, tá viðskiftafólk hava vøruna. 

- Einki verður lagt aftrat prísinum, sum eitt nú farmaflutningur og annað, men bara útbering heim til kundan, um fólk ynskja at sleppa undan at heinta vøruna sjálvi.

Høgni Thomsen vísir á, at tá keypt verður hjá Rok.fo, hava viðskiftafólk júst somu rættindi og garanti, sum í einum og hvørjum øðrum føroyskum handli.

- Her ert tú sum viðskiftafólk í tryggum hondum, um tú angrar títt keyp – ella okkurt verður í ólagi við vøruni, sum tú hevur keypt, sigur leiðarin av risastóra nethandlinum, Rok.fo. 

 

Alskyns vørur

Tá hugt verður inn á heimasíðuna hjá Rok.fo, sæst, at her eru alskyns vørur í útboði – alt frá elektronikki og KT, ítrótti, spæli og frítíð til býli og húsarhald. 

Vilt tú vita meira um risastóra nethandilin, kanst tú hyggja inn á heimasíðuna – www.rok.fo

 

##med2##