Royndur grikskur dómari dømir Armenia-Føroyar

Hesaferð fáa okkara ein dómara, ið hevur dømt altjóða dystir síðani 2011

Hósdagin klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið í fótbólti næstseinasta dystin í bólkaspælinum í Nations League deild C.

 

Dysturin verður á útivølli móti Armenia. Dysturin verður leiktur á tjóðarleikvøllinum í Jerevan.

 

Armenia hevur fýra stig og Føroyar hava trý stig undan dystinum.

 

Tað verður ein royndur grikskur dómari, ið fer at leiða dystin. 45 ára gamli, Anastasios Sidiropoulos hevur verið altjóða dómari síðani 2011, og tað skuldi borgað fyri góðsku.

 

45 ára gamli, Anastasios Sidiropoulos hevur dømt dystir hjá Liverpool, Juventus, Manchester United og øðrum kendum evropeiskum liðum í kappingum hjá UEFA fyri felagslið. So hetta er ein fýrur, ið er vanur við eitt sindur av hvørjum. 

 

Nations League D, Bólkur 4

 

17:00 GMT - Jerevan

 

ARMENIA - FØROYAR

 

Dómari: Anastásios Sidirópoulos GRE

 

Hjálpardómari 1: Polychrónis Kostarás GRE

 

Hjálpardómari 2: Lázaros Dimitriádis GRE

 

Fjórði dómari: Ioánnis Papadópoulos GRE

 

UEFA dómaraeygleiðari: Robert Sedlacek AUT

 

UEFA umboð: Josip Tomaško CRO