Føroysk leiklist út um landoddarnar

TÍÐINDASKRIV frá Leikhús SKIFT og GUT//productions

 

Tíðindini um serstøku føroysku uppsetingina av sjónleikinum LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli eru rokkin út um landoddarnar. Bretska teaturmagasini The Stage, sum eisini er verðins elsta av sínum slagi, skrivaði beinanvegin um leikin og nú er hann keyptur av Teatret Møllen í Haderslev. Nærum øll atgognumerkini eru longu seld, so væntandi verður spælt fyri fullum sali tá ið Durita Dahl Andreassen hóskvøldið tann 28. november fer á pall í gamla vakra rustikka salinum.

 

Leikurin fer til Danmarkar eftireina røð av sera væleydnaðum sýningum í Norðurlandahúsinum, Løkshøll, SALT, Listastovuni í Miðvági og Mentanarhúsinum í Fuglafirði har ummælarar lýstu leikin, sum eitt stórt listarligt bragd meðan áskoðarar eisini vóru rørdir og hugtikin.

 

Tað eru Leikhús SKIFT og GUT//productions, sum í felag hava framleitt føroysku útgávuna av LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli. Tað er Durita Dahl Andreassen, sum einsamøll á palli í meira enn ein tíma framførir og tulkar tekstin, meðan leikurin er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard.

 

LORTIÐ (La Merda) gevur eina djúpa og avbjóðandi mynd av eini ungari kvinnu, sum við desperation og ágrýtni stríðist fyri at "MEYKA DA" í einum samfelagi, har hon sjálv er vøran.

 

Brot úr  ummælum:

 

"Far! Tit mugu síggja hetta bragdið av einum leiki."

– Kinna Poulsen, Listaportal.com

 

"LORTIÐ fær fimm stjørnur frá mær."

– Høgni Djurhuus, Sosialurin

 

"Eg bleiv still. Og fyrst og fremst var tað ein framúrskarðandi prestatión."

– Gulla Øregaard, Vágskálin KvF

 

"Eg eri faktisk ordiliga rørd ... eitt ramaskríggj frá einari ungari kvinnu, sum eg haldi, at eg kenni meg aftur í."

– Gunnvá Zachariasen, Vágskálin KvF

 

"Hetta er á heilt ótrúliga høgum støði og ótrúliga stór list."

– Niels Uni Dam, Vágskálin KvF

 

Tíð og stað:

28. november 2024, Teatret Møllen, Haderslev

Longd: 65 minuttir

Aldursmark: 16 ár

 

Atgongumerki

 

Atgongumerki kunnu keypast á Teatret Møllen https://teatretmoellen.dk/