Uppgangur: Alt er í lagi í Skálavík

- Vit kenna náttúrukreftirnar, og vit hava roynt at brynjað okkum sum best, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri

 

 

Tað sá rættiliga ógvusligt út í Skálavík, nú landnyrðingsbrim enn einaferð legði seg inn yvir bygdina og stóð í grasið. 

 

Skálavík er einasta veruliga havn í Føroyum, sum vendir eystureftir móti opnum havi. 

 

Aðrar bygdir hava lendingar og onkrar hava havnir, sum liggja upp í eysturættina, men hesar liggja ikki út til opið hav, sum Skálavík ger.

 

Eftir filmsbrot og myndir, sum lýsa uppgangin sunnumorgunin, hava vit spurt borgarstjóran, Linjohn Christiansen, hvussu Skálavík kom burtur úr briminum hesaferð.

 

- Eftir brimskaðar í Skálavík hava vit roynt at brynjað okkum sum best móti ógvusligu náttúrukreftunum, og hesaferð høvdu vit tíbetur ongan skaða á havnarlagið.

 

Nakað av smágróti skal tó ruddast burtur eftir uppgangin.

 

Linjohn Christiansen er staddur í Grønlandi, har hann er í holt við at legga seinastu hond á henda túrin sum skipari umborð í rækjuskipi.

 

- Tað er altíð keðiligt at vera burtur, tá tað leikar á, sum tað gjørdi gjáramorgunin, men eg væntaði satt at siga, at Skálavík fór at megna at standa ímóti.

 

Borgarstjórin sigur, at hann hevði góð fólk at samskifta við, meðan tað leikaði harðast á, og nú heldur hann, at sloppið er hesaferð.

 

- Skjótt fáa vit eitt sterkt portur fyri bátahylin, sum Mest hevur gjørt fyri okkum. Portrið er gjørt úr sterkum tilfari, sum eisini er neyðugt, um tað skal halda, tá harðast leikar á.

 

Hann vísir á, at tá portrið er komið, kunnu tey í Skálavík eisini fara at hugsa um bátabrúgvar, soleiðis at tað verður lættari at fara í og úr bátunum.

 

##med2##

 

Í royndini at byrgja upp fyri, at skaði aftur kemur á grótkastið í Skálavík, soleiðis sum tað er hent áður, eru stóru steinarnir í grótkastinum ketaðir saman.

 

- Vit halda, at hetta ger góðan mun, tí tá uppgangur er, er skjótt, at havaldan sýgur steinarnar úr grótkastinum, sigur Linjohn Christiansen.

 

Her eru fleiri myndir av briminum í Skálavík - https://www.in.fo/news-detail/ogvusligar-myndir-stormur-og-brim-i-skalavik

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Her sæst, hvussu stóru klettarnir eru ketaðir saman. Myndin er tikin ein góðveðursdag