Rubio og Lavrov hava tosað saman

- Samrøður millum Ukraina og Russland er einasti vegurin at enda kríggið, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio

Í kvøld veit Reuters at siga, at amerikanski og russiski uttanríkisráðharrarnir hava tosað saman. Hesir eru Marco Rubio úr USA og Sergej Lavrov úr Russlandi.

Amerikanski uttanríkisráðharrin legði dent á, at áheitanin hjá Donald Trump, forseta, um samrøður millum Ukraina og Russland er einasti vegurin at enda kríggið í Ukraina.

- Í samrøðuni rósti Sergej Lavrov USA fyri at hava fingið í lag fangabýtið millum stríðandi londini, sum var farna vikuskiftið, veit Reuters at siga.