Rubio og Witkoff hitta evropeisk lond um Ukraina

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hitti herfyri russiska forsetan, Vladimir Putin, í St. Pætursburg

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, eru ávegis til París.

 

Her skulu teir hava samrøður við evropeisk lond um kríggið í Ukraina.

 

Hetta vita fleiri útlendskir miðar at siga í dag.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur roynt at fingið í lag vápnahvíld í Ukraina, men higartil hevur tað ikki eydnast.

 

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hitti herfyri russiska forsetan, Vladimir Putin, í St. Pætursburg.

 

Litið er frætt um, hvat spurdist burtur úr fundinum teirra millum.