Borgarstjóri í Kyiv er Vitalij Klitsjko, sum er maðurin í miðjuni

Russar dripið í minsta lagi 14 fólk í Kyiv

Havnarbýurin Odessa er raktur, og í nátt hava eisini verið fleiri spreingingar í Zaporizjzja og Tsjernihiv, tá økini vórðu álopin við rakettum

Borgarstjóri í Kyiv er Vitalij Klitsjko, sum er maðurin í miðjuni

Eftir umfatandi russisk álop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í nátt hava í minsta lag 14 fólk latið lív, og russiska álopið rakti fleiri økir í stórbýnum. 

Flestu, sum vórðu særd, vóru í býarpartinum, Solomjanskyj, har ein íbúðarbygningur fekk stórar skaðar, og ovasta hæddin byrjaði at brenna.

- Eisini í øðrum býrarpørtum var neyðugt við bjargingarfólkum, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko.

Hann veit eisini at siga, at fleiri enn 40 fólk fingu løstir í russisku álopunum, harav fleiri enn 30 vórðu flutt á sjúkrahús.

- Eitt stórt tal av fíggindaligum dronum eru framvegis á veg móti miðbýnum, so haldið tykkum í bumbuskýlunum, segði borgarstjórin, meðan álopini herjaðu.

Men, tað var ikki bara ukrainski høvuðsstaðurin, sum varð raktur í nátt í russisku álopunum.

Í havnarbýnum Odessa við Svartahavið endaðu í minsta lagi 13 fólk á sjúkrahúsi, veit guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, at siga.

- Íbúðarbygningar og sivila undirstøðukervið í býnum er rakt, og vit stúra fyri, at fólk liggja undir leivdunum, legði guvernørurin aftrat.

Í nátt hava eisini verið fleiri spreingingar í Zaporizjzja, og í Tsjernihiv, tá økini vórðu álopin við rakettum, veit tíðindastovan NTB at siga.

Borgarstjóri í Kyiv er Vitalij Klitsjko, sum er maðurin í miðjuni