Russar virdu ikki sína egnu vápnahvíld

- Russar framdu álop á øllum hermótum undir sjálvlýstu vápnahvíldini, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Russland framdi fleiri enn 2000 brot á sjálvlýstu vápnahvíldina um páskirnar.

 

Tað skrivar forsetin á boðtænastuni, Telegram. 

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at russar framdu álop á øllum hermótum, men hann leggur aftrat, at eingi loftálop hava verið í Ukraina seinasta samdøgrið.

 

Tað var leygardagin, at russiski forsetin, Vladimir Putin, lýsti eina 30 tímar langa páskavápnahvíld.

 

Men, frágreiðingar úr Ukraina benda ikki á, at hetta var nøkur vápnahvíld í praksis, tí russar framdu álop á øllum hermótum í hesum tíðarskeiði.

 

Í amerikanska uttanríkisráðnum siga tey í dag, at tey vildu ynskt, at vit fingu eina víðkaða vápnahvíld í Ukraina.

 

- Men, Russland hevur fyribils avvíst einari víðkan av vápnahvíldini, sum landið lýsti um páskirnar, veit tíðindastovan NRK at siga í kvøld.