Russland sigur, at tað hevur rakt ein fund hjá ukrainskum hermonnum í ukrainska býnum Sumy við tveimum rakettum.
Sambært Ukraina eru í minsta lagi 34 fólk deyð í russiskum álopum í Sumy í gjár, meðan 117 fólk sigast at hava fingið skaða. Bjargingartænasturnar hava áður upplýst, at tvey børn eru millum tey deyðu.
Russland ákærir eisini Ukraina fyri at brúka sivilfólk sum skjøldrar við at seta hernaðarlig anlegg og halda tiltøk við hermonnum mitt í tættbygdum býum.
Ukraina hevur ikki svarað ákæruni frá russiskari síðu.
Russiska verjumálaráðið sigur, at tey skutu tvær Iskander-rakettir á einum møtistað fyri tað, sum Russland kallar ein operativan taktiskan bólk hjá ukrainska herinum.
Sambært ráðnum doyðu yvir 60 ukrainskir hermenn í álopinum.
Dmitry Peskov er á tíðindafundi spurdur um álopið í Sumy og útsøgnina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at Russland kann hava "gjørt eitt mistak".
- Okkara herur rakar bert hernaðarlig mál, svaraði Peskov.
Sumy liggur umleið 30 kilometrar frá markinum til russiska Kursk-økið. Í 2022 hevði býurin 256.000 íbúgvar.
Guvernørurin í Sumy-landslutinum, Volodymyr Artyukh, hevur sambært tíðindastovuni Reuters sagt, at russisk álop í økinum eru vaksin við 30 prosentum seinastu vikurnar.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kravdi sunnudagin, at altjóða samfelagið kom við einum hørðum svari til álopið hjá Russlandi.
- Bara bartrog kunnu virka á henda hátt, taka lívið av vanligum fólki, segði Zelenskyj og legði afturat, at álopið kom pálmasunnudag, tá partar av fólkinum fóru í kirkju.
Trump hevur sagt, at hann helt talan vera um eitt ”ógvusligt” álop.
- Og eg havi fingið at vita, at teir gjørdu eitt mistak, segði Trump uttan at útgreina nærri.
- Men eg haldi, at tað er eitt ræðuligt ting.
Ritzau/Reuters