Russland og USA samráðddust í yvir fýra tímar

Tað eru ikki nógvir smálutir at frætta um fundin millum amerikanska Steve Witkoff og Vladimir Putin í Russlandi.

Ikki eru nógvir upplýsingar komnir um ein fund millum amerikanska diplomatiska sendiharran, Steve Witkoff, og russiska forsetan, Vladimir Putin.

Fundurin var í gjár í Sankta Pætursborg.

Í almenna russiska sjónvarpinum sást Putin bjóða Witkoff vælkomnum á forsetabókasavnið í St. Pætursborg. Statstíðindastovur skrivaðu seinni, at fundurin vardi yvir fýra tímar.

Eftir at fundurin var liðugur, segði Kreml, at evnið á fundinum var "tættir í eini ukrainskari avtalu".

Witkoff er í roynd og veru serligi sendiharrin hjá USA í Miðeystri, men er vorðin ein lyklapersónur millum USA og Russland, sum so smátt nærkast hvørjum øðrum viðvíkjandi spurninginum um kríggið í Ukraina.

Millum annað tosar russiska síðan um felags íløgur í Arktis og útvinning av sjáldsomum mineralum í Russlandi.

Fríggjadagin almannakunngjørdi russiski miðilin Izvestia eitt videobrot, har Witkoff fór av einum hotelli í Sankta Pætursborg saman við búskaparsamráðingarmanninum hjá Putin, Kirill Dmitriev.

Sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass kallaði Dmitrijev samráðingarnar í gjár produktivar.

Hetta er triðju ferð í ár, at Witkoff og Putin hittast.

 

Ritzau/Reuters