Sävehof tapti stórt í fyrstu hálvfinaluni

Onnur hálvfinalan verður leikt mánakvøldið

Hóskvøldið spældu Ísak Vedelsbøl, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof fyrstu hálvfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli í Ystad slapp Sävehof at smakka hví heimaliðið er favorittur til at vinna svenska meistaraheitið. Ystad vann greiðan 36-27 sigur á Sävehof. Í steðginum var Ystad frammanfyri við seks málum, 18-12.

 

Óli skoraði tvey mál, og Ísak skoraði eitt mál.

 

Onnur hálvfinalan verður leikt í Partille komandi mánakvøld klokkan 18. Spælt verður best av fimm dystum.