Sambandsflokkurin - einasti flokkur á miðjuni

Føroyar hevur eftir valið brúk fyri einari breiðari samgongu, tvørtur um miðjuna. Eina samgongu, sum kann fáa neyðugar broytingar framdar. Broytingar, sum skulu til, fyri at føroyingar fáa livilig kor, nú prísurin á matvørum fer til himmals og familjurnar verða trýstar á nógvum frontum.

 

 

 

Sambandsflokkurin er helst einasti flokkur, sum kann samstarva yvir um miðjuna og samstundis hevur dirvið og dreivið at fremja veruligar broytingar.

 

 

 

Flokkarnir ytst til vinstru kunnu ikki samstarva við flokkarnar ytst til høgru. Framsókn er sprottin úr Fólkaflokkinum á høgra vonginum og teir kunnu sum víðgongdur tjóðskaparflokkur allarhelst ikki samstarva á miðjuni.

 

 

 

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki kann samstarva við Fólkaflokkin. Eftir stendur, at Sambandsflokkurin er einasti flokkurin á miðjuni, sum kann samstarva til báðar síður og er hóvligur og skapar javnvág fyri vinnuna og tryggleika fyri borgaran.

 

 

 

X við Inga á lista B

 

 

 

Ingi Mittún

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið