Sambandsflokkurin slóðar fyri broytingum í Ríkisfelagsskapinum

Seinastu tíðina hevur nógv uppmerksemi verið um Ríkisfelagsskapin – ikki orsakað av krígnum, sum longu er í Evropa, men tí at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt seg viljað keypt Grønland.

Danmark, Grønland og Føroyar eru í eini nýggjari støðu – sum møguliga leggur størri trýst á okkum enn áður. Heimurin hyggur eftir okkum, og um vit ikki megna at taka røttu avgerðirnar nú, so kann tað kosta okkum dýrt. Vit hava týdning – og tað vita Russland og Kina eisini. Tí haldi eg, sum eg altíð havi gjørt, at vit mugu standa saman, tí saman eru vit sterkari!

 

Í fleiri ár hevur verið tosað um at modernisera Ríkisfelagsskapin. Íkomna støðan ger, at vit hava ein gyltan møguleika at gera hesar moderniseringar ítøkiligar.

 

Sambandsflokkurin hevur eitt greitt boð uppá, hvussu ein nýggjur ríkisfelagsskapur kann – og eigur – at síggja út. Loysnin er “Nýtt Samband”.

 

Vit vilja varðveita ríkisfelagsskapin og allar teir fyrimunirnar, vit hava við honum – men samstundis krevja vit, at nakrar broytingar skulu gerast. Vit skulu hava eina dagførda heimastýrislóg – eina sokallaða Sjálvstýrislóg, soleiðis, at vit formalisera og ítøkiliggera, at Føroyar eiga avgerðarrættin um øll føroysk viðurskifti!

 

Fyri at røkka hesum, má føroyski politiski myndugleikin finna ein felags, pragmatiskan leist, soleiðis at semja fæst um framtíð Føroya.

 

Sambandsflokkurin hevur tikið stig til eitt tiltak, har allir flokkar eru umboðar til eitt orðaskifti, um hvussu framtíðarstøðan í ríkinum skal skipast.

 

Tiltakið verður í Smæruni í Havn, J.H. Schrøtersgøta 7, hóskvøldið 23. januar klokkan 19.00. Tiltakið er alment.

 

 

 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.