Samgongukreppan: Nú tosa teir seg til rættis

Nógv bendir á, at samgongumenn eru bakkaðir, nú teir hava verið kúrrir í meira enn eina viku á jólum. Men enn er ikki komið á mál.

Løgmaður nevndi sjey ferðir orðið »greidleiki« í samrøðu við útvarpið í kvøld. »Greidleiki« skal finnast á ymsum viðurskiftum til tess at finna út av, um samgonguni er lív lagað.

 

Løgmaður leggur nú ikki dent á, at samgongan hevur meiriluta, men at samgongan ikki hevur ein meiriluta ímóti sær. Og tað hevur hon ikki, bara tí at Johan Dahl er farin burtur úr samgonguni og ikki vil vera í samgonguni, so leingi Miðflokkurin er við.

 

Tí so leingi Kristin Michelsen úr Sjálvstýrisflokkinum stuðlar løgmanni, ja, so hevur samgongan ikki ein meiriluta ímóti sær. Tí um Kristin Michelsen í besta førir heldur seg burtur frá atkøvðugreiðslum, so stendur 16-16 millum samgonguna og andstøðuna, um Johan Dahl atkvøður saman við andstøðuni í onkrum máli. Samgongan fellir ikki av teirri orsøk, heldur ikki um talan er um misálitissuppskot.

 

Greitt er, at Miðflokkurin er bakkaður. Hann góðtekur nú, at fólk úr samgonguni hava atkvøtt fyri rættindum til samkynd og fer ikki at slíta samgonguna av teirri orsøk, hóast hann hevur lovað tað. Sambært Jenisi av Rana var hetta málið, um at geva samkyndum mammum rættindi mist týdning frá at vera samgonguslit til at vera »eitt óhapp«.

 

Løgmaður bakkar nú eisini. Nú snýr tað seg sum nevnt um »ikki at hava ein meirluta ímóti sær«, og tað sum hann segði 14. september, tá samgonguskjalið varð undirskrivað, um at einstøk tingfólk ikki skulu sleppa at arbeiða í sjálvdrátti, hevur heldur ikki sama týdning – bara samgongan »ikki hevur ein meiriluta ímóti sær«.

 

##med2##

 

Løgmaður segði soleiðis 14. september í 2019, tá hann skrivaði undir samgonguskjalið

 

saman við Jørgen Niclasen og Jenis av Rana:

 

»Eg verið ikki leingi á odda fyri eini samgongu, har ein og ein sleppa at renna leysir uttanfyri, og at tað alla tíðina skal verða sáddur ivi um tann politikkin, sum verður førdur. So vil eg heldur siga, at so eru vit ikki stjórnarberandi, so er eingin samgonga meira. Tí er tað at eg sigi tað og leggi dent á tað, og vit hava viðgjørt tað fleiri ferðir undir samráðingunum, at er tað soleiðis, at vit ikki standa saman, so er eingin samgonga. Um tað vísir seg, at vit ikki eru arbeiðsfør, so er tað betri, at onkur annar situr við valdið.«

 

Enn vita vit ikki, hvussu støðan er í Fólkaflokkinum, uttan tað at hon er sera spent innanhýsis. Tvey fólk hava ofrað landsstýrissessin fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Løgmaður hevur sagt, at tey bæði verða ikki sett í størvini aftur.

 

Spurningurin er so, um løgmaður bakkar frá tí kravinum og setir tey bæði aftur í landsstýrissessirnar – ella um Fólkaflokkurin fer at leita eftir nýggjum fólkum longri niðri á uppstillingarlistanum ella uttan fyri listan – og heldur fast við, at Annika Olsen ikki skal vera partur av tingmanning floksins.

 

Enn stendur á gomlum nøglum hjá samgonguni, og fundur millum floksformenninar heldur fram í morgin.