Eduardo Coimbra var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 í kvøld vann 2-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Hann hevur skorað fimm mál higartil í ár og er toppskjútti hjá B71.
Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Suni Herman Petersen átti uppleggið í 25. minutti, og tað átti hann eisini seks minuttir seinni, tá ið Eduardo økti um munin til 2-0.
Hetta var fyrsti dysturin hjá B71, síðani Nichlas Hjertstedt tók við sum venjari.
B71 er næstfremst við 21 stigum. Fríggjadagin í næstu viku verður mótstøðuliðið ÍF í Fuglafirði.
NSÍ er á áttanda plássi við sjey stigum. Fríggjadagin í næstu viku verður mótstøðuliðið AB á Argjum.