Sarah Mahfoud vann

Hálvføroyski boksarin vann á italskum boksara í kvøld

Sarah Mahfoud vann í kvøld boksidyst ímóti italsku Veronciu Tossi.

 

Tær báðar boksaðu á tiltakinum Danish Fight Night í Royal Arena á Amager í Danmark. Dysturin var í fjaðurvekt, ið er næstlættasti vektflokkur í boksing. Flokkurin umfatar boksarar, ið viga millum 54 og 58 kilo.

 

Dysturin millum Mahfoud og Tossi vardi allar átta umgangirnar, men Mahfoud hevði munin so at siga allar umgangirnar og vann dystin við flest stigum frá dómarunum.

 

Hetta var trettandi sigurin í fjúrtan professionellum dystum hjá Sarah Mahfoud. Tá ið hon tapti dyst í fjør, misti hon HM-beltið, sum hon hevði. Nú roynir hon at boksa seg fram til nýggjan HM dyst. Hetta er annar dysturin, sum hon vinnur í ár.

 

– Eg hevði viljað víst meira í kvøld, men hon var trupul at boksa ímóti. Hon vardi seg væl, og hon var sterk, segði Sarah Mahfoud við Pluto.tv eftir dystin.