Skiparin á bingjuskipinum, sum sigldi á eitt tangaskip nærindis Grimsby og Hull í vikuni, verður nú ákærdur fyri óviljað manndráp.
Bingjuskipið, Solong, sum var heimahoyrandi í Portugal, sigldi á tangaskipið, Stena Immaculate, sum var heimahoyrandi í USA.
Skiparin á Solong, sum er russiskur ríkisborgari, varð handtikin mikudagin og er skuldsettur fyri grovt ósketni og óviljað manndráp.
Reuters veit í kvøld at siga, at skiparin nú eisini er ákærdur, og málið móti honum kemur fyri í rættinum í Hull í Onglandi í morgin.
Lesið eisini -
* Ein er saknaður - https://www.in.fo/news-detail/ein-av-manningini-a-farmaskipinum-er-saknadur
##med2##