SF24: Dansibandskongur spælir í Tjaldinum

Hans Jacob Hjelm og vinmenn hansara spæla á Summar Festivalinum

Hann verður nevndur dansibandskongur í Føroyum og spælir javnan til stóru dansitiltøkini í landinum. Nú kemur Hans Jacob Hjelm á Summar Festivalin at spæla fyri fyrstu ferð.

 

Hans Jacob og vinmenn, sum hesa ferð eru Jens Johannesen, René Jespersen, Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen, fara at hava konsert í Tjaldinum.

 

Hans Jacob fer at spæla sínar kendu sangir, og bólkurin fer eisini at tríva í onkran av kendu sangunum hjá Dagfinni Olsen. Hetta eru alt sangir, sum mangir føroyingar kenna – "Læandi gullbrúnu eygu", "Nú og so alt lívið", "Tá ið country kom til Skopun", "Prikkuta Mona" og "Fagri flokkur".

 

Lagt er upp til hugnaliga konsert við góðum og kendum sangum, har fólk saktans kunnu taka ein svingom í Tjaldinum. Konsertin verður leygarkvøldið klokkan 19.