Sigfríður harmast um B68 brotssparkið

Hóast hetta var fjórða ferðin á rað, at toftamenn fóru av vøllinum við úrtøku, so var B68 venjarin ikki nøgdur

Tað endaði 2-2, tá ið EB/Streymur var gestur á Svangaskarði hjá B68. Hálvleiksstøðan var 2-1 til EB/Streym.

 

EB/Streymur eigur longu mikukvøldið heimadyst ímóti KÍ, og Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi harmast um, at tað er soleiðis:

 

-At KÍ stendur seg væl í Europa fegnast vit øll um, men í ár gongur tað út yvir okkum, tí hjá okkum eru fleiri skaddir spælarar, og vit hava ikki so breiðan bonk, sum KÍ hevur, staðfestir Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1 útvarpsrásini.

 

Hann heldur, at tað er at liva við, at tað endaði 2-2 á Svangaskarði, men hann iðrar seg um, at 2-2 málið hjá B68 var við brotssparki, sum hann sigur einki hevði við brotsspark at gera:

 

-Allir spælararnir sóu, at hetta hevði einki við brotsspark at gera, tí B68 spælarin tveitti seg, uttan at okkara maður nært við hann, sigur EB/Streyma venjarin.

 

Liðformaðurin og miðvallarin hjá B68 Aleksandur Ó. Jensen legði B68 á odda eftir 10 minuttir. Uppleggið átti miðverjin Aron Reinert Hansen.

 

EB/Streymur svaraði aftur undan steðginum við bæði at javna og leggja seg á odda 2-1. Gutti Dahl-Olsen javnaði eftir sending frá Virgari Jónsson, sum í dag fekk møguleikan millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann nógvar ferðir seinastu ferðirnar hevur verið á beinkinum.

 

Tíggju minuttir undan steðginum legði Bergur J. Poulsen EB/Streym á odda eftir sending frá Gutta Dahl-Olsen.

 

B68 legði nógv fyri í seinna hálvleiki, tá ið tað vóru nógvir nærdystir, og so var tað 12 minuttir undan leikloki, at Alex Mellemgaard við brotssparki javnaði til 2-2.

 

-Nú hava vit vunnið stig í fýra dystum á rað. Vit eru ikki nøgdir við eitt stig á heimavølli ímóti EB/Streymi. Men tá ið tikið verður saman um henda dystin, so mugu vit staðfesta, at vit høvdu ikki uppiborið at vinna. Vit spældu ikki nóg væl, og vit vóru ikki nóg klókir. Um vit skulu hugsa um at vinna stig í Gundadali leygardagin, tá ið HB verður mótstøðuliðið, so verður neyðugt við heilt øðrvísi avriki, enn vit vístu í dag, sigur Jákup á Borg venjari hjá B68.

 

Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur framvegis er á sætta plássi, og B68 er framvegis á sjeynda plássi. EB/Streymur hevur 21 stig fyri 22 dystir, og B68 hevur 20 stig fyri 23 dystir. Nú eru tað fimm stig frá B68 og aftur til ÍF, sum er á níggjunda plássi.