Sílið í stórum stíli á Skála

5-mannafør gentur 17-18 ár: Aftur í dag var tað Firvaldur, sum endaði næstfremst

Hetta kappingarárið hevur higartil verið sera gott hjá Havnar Róðrarfelag. Ikki minst í kappingini millum 5-mannafør við eldru gentumanningunum hava bátarnir hjá HR gjørt um seg.

 

Eingin ivi er um, at tað verður Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, sum fer at vinna hesa kappingina. Sílið vann í dag fyri fimtu ferð, og Sílið hevur fult stigatal. Fjarstøðan aftur til næstu bátarnar er so mikið stór, at tað longu á vestanstevnu, sum um eina viku verður í Sørvági, fer at verða staðfest, at Sílið verður FM vinnari.

 

Sílið legði bragdliga fyri, og Sílið økti stútt og støðugt um fjarstøðuna aftur til hinar bátarnar, og tá ið Sílið fór um málið, vóru tað tvær bátslongdir aftur til Firvald av Tvøroyri, sum var frammanfyri tríggjar aðrar bátar hjá Havnar Róðrarfelag.

 

 

 

1 Sílið (HR)05:22.18+00.007 
2 Firvaldur (FSR)05:27.03+04.856 
3 Drekin (HR)05:29.01+06.835 
4 Skansin (HR)05:29.28+07.104 
5 Títlingur (HR)05:31.28+09.103 
5 Ørnin (SÍF)05:31.28+09.103 
7 Ternan (NSÍ)05:33.04+10.861 
8 Royndin Fríða (VK)05:36.14+13.960 
9 Jallurin (RK)05:42.49+20.310 
10 Ingibjørg (HR)05:43.19+21.010 
11 Ritan (NHR)06:00.29+38.110

 

 

 

https://rsfurslit.fo/

 

1 Sílið (HR)535 
2 Firvaldur (FSR)524 
3 Drekin (HR)524 
4 Títlingur (HR)518 
5 Ørnin (SÍF)518 
6 Skansin (HR)517 
7 Jallurin (RK)53 
8 Ternan (NSÍ)41 
9 Royndin Fríða (VK)51 
10 Heykur (HVR)10 
11 Ritan (NHR)50 
12 Ingibjørg (HR)50