Jamaika steingir flogvallir fyri melduródn

Síðstu nátt varð ódnin "Beryl" uppstigað til tað, tey rópa Bólkur 5-Orkan, sum er vindstyrki oman fyri 69 metrar um sekundið.

 

Her hevur ódnin "Beryl" rakt Barbados, og nógvir bátar eru í knúsi. Myndin er tikin hin 1. juli í ár.

Á Jamaika hava tey gjørt av at steingja tveir flogvallir, nú melduródnin "Beryl" nærkast.

 

Flogvallirnir eru stongdir frá í kvøld at rokna.

 

Sagt verður, at ódnin síðstu nátt varð uppstigað til tað, tey rópa Bólkur 5-Orkan, sum er vindstyrki oman fyri 69 metrar um sekundið.

 

NRK veit frá útlendskum miðlum at siga, at ódnin fer at taka land í Jamaika í morgin, mikudagin.

 

Tað eru boðini frá stovninum, National Hurricane Center.

 

Í minsta lagi seks fólk lótu lív, tá ódnin rakti nærindis Venusuela og Karibia hesa vikuna.

 

- Haraftrat eru fimm fólk saknað, siga myndugleikarnir í londunum, har "Beryl" hevur herjað.

 

##med2##

 

 

 

Her hevur ódnin "Beryl" rakt Barbados, og nógvir bátar eru í knúsi. Myndin er tikin hin 1. juli í ár.

Mynd: Aljazeera.com