Sjálvandi vilja vit Ríkisfelagsskapin

Hvør vil ikki samstarv og styrkja vælferðarsamfelagið enn meira?

 

Tað er bara Sambandsflokkurin, ið gongur inn fyri fullum Ríkisfelagsskapi, tá tosað verður um samband ella loysing, men tá talan er um at fáa pengar ella játtanir, eru politisku meiningarnar aðrar og nógvar. 

 

Hyggja vit, hvørjar fyrimunur vit hava við at vera í Ríkisfelagsskapinum, kunnu vit skjótt staðfesta, at kósin er tann rætta. 

 

Vit eru bjálvaði av verju úr NATO, nú hetta evnið ongantíð hevur verið so aktuelt síðani seinasta verðaldarbardaga, har kavbátar og verjuskip liggja dagliga á firðunum, umframt tey flogfør, ið gera hernaðarvenjingar. Nei, ikki er hetta ein góð gongd, men tað góða er, at vit eru ikki einsamøll og verjuleys.

 

Hvar høvdu vit veri um vit ikki vóru í Ríkisfelagsskapi og harvið ikki partur av NATO? Limagjaldið at innlimast í NATO er 2,0 prosent av BTÚ, ið svarar áleið á 400 mió. kr., ið vit skuldu goldið fyri limaskap árliga. 

 

Ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum eins væl tær lániavtalur vit hava, fyri at fáa møguleikar at fara undir stórar byggiverkætlanir, so sum Eystur- og Sandoyartunlar o.a. - Ja, um vit loystu úr Ríkisfelagsskapinum í morgin, so høvdu allar lániavtalur verið uppsagdar beinanvegin, og lánini falli til gjaldingar - alt skuldi verði goldið aftur sama dag við kassa 1. 

 

Hesar bindingar eru sum so í lagi, so leingi tær tæna menningini av okkara samfelag, og tær eru eitt dømið upp á, hvussu vit positivt kunnu brúka Ríkisfelagsskapin.

 

Vit hava eina aðra stóra samferðsluverkætlan fyri framman til Suðuroynna, so hvør veit um Ríkisfelagsskapurin ikki verður partur av einari skilagóðari loysn.

 

At lyfta ein tungan stein er tungt, men hjálpur ein ella fleiri afturat at lyfta, so verður byrðan lættari - soleiðis er eisini at vera í Ríkisfelagsskapinum. 

 

 

 

Haraldur Símunarson Hammer

 

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið