Higartil í ár hevur tað gingið væl hjá uppflytarunum í EB/Streymi, sum undan túrinum til Klaksvíkar í kvøld bara høvdu tapt einaferð.
Hjá KÍ hevur tað verið eitt sindur upp og niður, men nú sær tað betri út. Leygardagin vann KÍ 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, og í kvøld endaði tað við 2-1 heimasigri ímóti EB/Streymi.
Venjari hjá EB/Streymi er Sjúrður Jacobsen, sum er væl kendur í Klaksvík, tí í fleiri ár var hann hjálparvenjari hjá KÍ.
KÍ var væl meiri í álopi enn gestirnir, og heimaliðið hevði nógv fleiri royndir ímóti málinum, men tað var EB/Streymur, sum legði seg á odda, tá ið tað vóru 10 minuttir eftir av fyrra hálvleiki. Málskjútti var Hans Pauli á Bø, sum fyri fyrstu ferð var málskjútti síðani í 2023, tá ið hann sambært FaroeSoccer skoraði eitt mál í bestu deildini og trý í næstbestu deildini. Hans Pauli er nú av álvara við at fóta sær aftur, eftir at hann leingi hevur verið skaðadarvaður.
Í dýrdarveðrinum sóu ikki so fáu áskoðararnir heimaliðið javna til 1-1, tá ið seinni hálvleikur var fýra minuttir gamal. Málskjútti var Sølvi Johannesen, og uppleggið átti Helgi Simonsen. Hetta var fyrsta málið hjá Sølva Johannesen síðani í 2023.
Sigursmálið skoraði Jóan Petur Jónsson í 63. minutti, og uppleggið átti Tobias Fabian Giusti, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.
Flaggdagin fer KÍ at spæla á útivølli ímóti AB, og flaggdagin fær EB/Streymur vitjan av 07 Vestur.