Skála hevur møguleika at slíta seg leyst

Hjá Jákupi á Borg og hansara monnum er dagsskráin í kvøld at vinna seg upp um strikuna

Tað verður lokaluppgerð á Skála í kvøld. Skála er í Runavíkar kommunu, og næsti granni hjá Runavíkar kommunu ytru megin fyri eystan er Nes kommuna, og har býr B68.

 

Í løtuni fyrireika teir í B68 seg at fara yvir um fjørðin, har Skála bíðar undir Mýruhjalla.

 

Skála hevur vunnið fýra stig, meðan B68 úrtøkan ikki er meiri enn eitt stig.

 

Í steypakappingini mitt í síðstu viku tapti Skála 3-1 í Gundadali ímóti B36. B68 vann seg víðari í steypakappingini við 1-0 heimasigri ímóti ÍF.

 

Í bestu deildini hava Skála og B68 ikki dystast síðani í 2022. Tá gekk tað ikki so væl hjá Skála, sum í síðsta umfari tapti 7-2 á Svangaskarði. Á Skála vann B68 2-1, og í fyrra dystinum á Svangaskarði endaði tað 2-2.

 

Við sigri hevur Skála møguleika fyribils at slíta seg leyst – fyribils í hvussu so er – av kappingini um at flyta niður. Hjá B68 snýr tað seg um at vinna fyrsta sigurin og lyfta seg nærri áttanda plássinum, ið ber rætt til at varðveita plássið í deildini.

 

Hjá Skála hevur miðvallarin Jan Ingason Hansen verið skaðadarvaður seinastu ferðirnar. Í steypadystinum ímóti B36 var miðverjin Jákup Jakobsen ikki á listanum. Ivaleyst varð hann spardur til lyklauppgerðina ímóti toftamonnum í kvøld.

 

Hjá B68 er Karstin Clementsen tøkur aftur, eftir at hann higartil í ár hevur verið skaðadarvaður. Esmar P. Clementsen er framvegis skaddur. Tvíburarnir Aleksandur og Bárður Ó. Jensen og Hjalti Strømsten vóru ikki tøkir í 1-0 steypasigrinum ímóti ÍF. Fríði á Borg hevur slitið hælsinina og verður ikki við aftur í ár.

 

Skála – B68: Heini Ziskason Viðoy kl. 19.00.