Myndir:Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Danmark breyt Eurovision-forbannilsið og kom í finaluna

Okkara Sissal hevur tryggjaði við sanginum "Hallucination" Danmark pláss í finaluni á Eurovision leygarkvøldið

Myndir:Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Leingi hevur ein forbannilsi hvílt yvir Danmark á altjóða Melodi Grand Prix, men í gjárkvøldið varð tað brotið.

Føroyska Sissal, sum skal umboða Danmark á Eurovision 2025 við sanginum "Hallucination", kom víðari til finaluna leygardagin.

Tað er greitt eftir seinnu hálvfinaluna, sum var í sveisiska býnum Basel í gjárkvøldið.

##med2##

##med3##

Danmark hevur ikki vunnið seg til nakra Eurovision-finalu síðani 2019 og er sostatt tað landið, sum hevur luttikið í altjóða sangkappingini flest ár á rað uttan at koma í finaluna.

Men nú er Danmark millum tey tíggju londini, sum hava tryggjað sær finalupláss. Tilsamans 16 lond fóru á pallin í gjárkvøldið í seinnu hálvfinaluni.

Umframt Danmark hava Litava, Ísrael, Armenia, Eysturríki, Luksemborg, Finnland, Lettland, Malta og Grikkaland eisini bílagt atgongumerki til finaluna leygardagin.

30 ára gamla Sissal var á pallinum við heilt nýggjari og framførslu, eftir at showið, sum hon framførdi í danska Melodi Grand Prix, har atfinningar vóru um, at har manglaði ein felags tráður.

##med4##

##med5##

Hon byrjaði "Hallucination" í einum stórum jakka, sum hon síðani kastaði av sær, og hon stóð eftir í einum glitrandi bláari bodysuit.

Tá hon hevði sungið seinasta versið, legði hon hondina á bringuna og takkaði Europa.

"Eg havi tað gott!" segði hon, júst sum hon fór av pallinum, avdúkaði DR í einum video, sum varð tikið upp aftanfyri pallin.

- Sum vokalistur heldur tú altíð, at tú kanst klára teg betur. Men eg eri so væl nøgd.

Tað er DR eisini.

##med6##

##med7##

Eftir fleiri ár uttan finalupláss, fór public service støðin í 2023 undir eina nýggja grand prix strategi um kærleika við fyrsta lurt og eina sterka framførslu visuelt og vokalt.

Í ár hevur strategiin givið úrslit, og Sissal er nú klár til stóru finaluna leygardagin, har vinnarin av Eurovision 2025 skal finnast.

Hálvfinalan í ár byrjaði "down under" við teimum grand prix-glaðu avstraliarunum, sum vóru boðnir til kappingina í 2015. Í ár var kengurumeginlandið umboðað av Go-Jo, sum framførdi "Milkshake Man".

Ísraelski luttakarin, Yuval Raphael, var ein av seinastu sangarunum í kvøld, og framførdi sítt nummar, "New Day Will Rise."

Undir aðalroyndini fyrr á degnum brutu pro-palestinsk mótmælisfólk hana av við buum, floytum og rópum.

Tað var finska Erika Vikman, sum endaði hálvfinaluna við sínum orgasmusangi, sum ber týska heitið "Ich komme".

Lagið hevur fingið góðkenning av evropeiska kringvarpssamgonguni EBU, sum skipar fyri Eurovision.

##med8##

Soleiðis var ikki hjá Malta, sum var á pallinum við "Serving".

Upprunaliga æt sangurin, sum er sungin á enskum, "Serving Kant". "Kant" er maltesiskt fyri "at syngja". Men EBU skipaði fyri, at teksturin skuldi broytast, tí hann ljóðaði sum "cunt". Eitt enskt orð, sum kann brúkast niðrandi um kynsgøgnini hjá kvinnum.

Tað eru so nógv lond, sum kappast í Eurovision, at grand prix skal haldast yvir tvær hálvfinalur áðrenn finaluna.

Fyrra hálvfinalan var týsdagin. Her fór Kaj, sum umboðar Svøríki, víðari við saunasanginum "Bara Bada Bastu".

Satir-trioin er eisini fyribils favorittur at vinna alla kappingina.

Spania, Italia, Bretland, Frakland og Týskland koma beinleiðs víðari til finaluna, tí tey rinda størsta partin av gjaldinum. Vinnandi tjóðin í fjør - hesaferð Sveis - fær eisini altíð pláss í finaluni.

Eurovision finalan verður víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið klokkan 20.

 

/Ritzau/

 

 

 

Myndir:Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix