Fríggjadagin bleiv størsta framstig higartil á grønu leiðini í Føroyum hátíðarhildið á Gellingarkletti. Tá blivu tær 6 risastóru Vestas vindmyllurnar hjá Røkt settar í gongd og byrjaðu at framleiða grøna el-orku. Hesar 6 vindmyllurnar koma at framleiða 25 % av allari framleiddari el orku í Føroyum.
Lyklaorðið er vinnan
At tað eydnaðist at fáa hesa risa verkætlanina upp at standa upp á so stutta tíð vísir, hvussu skjótt eitt orkuskifti kann fremjast, um vinnan er við. Tí er tað so ómetaliga umráðandi at hava vinnuna við í øllum liðum í orkuskiftinum. Samstarv og samanhald millum øll lið er alneyðugt, um tað skal eydnast at fáa framt eitt burðardygt orkuskifti á øllum økjum. Millum annað hetta segði stjórin á EFFO undir hátíðarhaldinum fríggjadagin á Gellingarkletti.
Hesi orðini eru søtur tónleikur og 100 % í tráð við aðalmál fólkafloksins. Fólkaflokkurin hevur frá tí hann sá dagsins ljós havt sum sítt aðalmál, at allar okkara vinnulívsfyritøkur á øllum økjum frá tí minstu til ta størstu skulu hava bestu kor at virka undir. Tær skulu hava bestu sømdir og bestu møguleikar at endurnýggja seg og gera seg stórar og sterkar. Hvør veit, kanska ein dag verða vindmyllur framleiddar í Føroyum. Men til tað krevst ein sterkur fólkaflokkur.
Fólkaflokkurin sær veruliga stóra potentialið í okkara dugnaliga vinnulívsfólki á øllum økjum. Vit tosa ikki um orkuskifti – tað kunnu onnur gera. Vit fremja orkuskifti. Aftur her er sjón fyri søgn. Við fólkaflokkinum á odda verða Føroyar skjótari grønar.
Og eitt aftrat, vit síggja ikki reytt, um hesar vinnufyritøkur tjena pengar.
X við fólkaflokkin
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.