Skógareldur í Kanada merkist nú eisini í Noregi

- Vit trúgva ikki, at roykbitlar í luftini í Noregi kunnu vera serliga heilsuskaðiligir, sigur granskarin, Nikolaos Evangeliou á NILU-stovninum.

 

Roykbitlar frá ógvusligum skógareldi í Kanda merkjast nú á Suðurlandinum í Noregi.

 

Herviligir skógareldar hava herjað Kanada seinastu tiðina, og sagt verður, at eldarnir í løtuni eru fleiri enn hundrað í tali.

 

- Í ringasta føri kunnu fólk, sum búgva við framvið vesturstrond Noregs, lukta roykin og síggja royktoku, sigur Nikolaos Evangeliou, granskari við veðurlags-og umhvørvisstovnin, NILU, við Verdens Gang.

 

Norska kringvarpið NRK endurgevur í morgun eisini hesi tíðindi. Bæði týsdagin og mikudagin í vikuni eru roykbitlar úr Kanada máldir í Noregi.

 

Í gjár visti NRK at siga, at vandamikil luft spreiðir seg yvir stórar partar av USA og Kanada, og eitt nú á Manhattan í New York hanga stór roykskíggj yvir býnum.

 

Roykurin hevur ligið yvir pørtum av USA og Kanada í meira enn eina viku.

 

- Tað er vandamikið at anda slíkt roykstøv í seg, tí tú kanst fáa tað niður í lunguni og í blóðið.

NRK veit at siga, at roykur kann elva til astma, sjúku í andarásini og hjartaæðrasjúkur.

 

Sambært granskarum hjá NILU-stovninum er ikki óhugsandi, at roykur úr Kanada kann síggjast sum tám í Noregi, og at roykurin eisini kann luktast.

 

- Hinvegin trúgva vit ikki, at roykbitlar í luftini í Noregi kunnu vera serliga heilsuskaðiligir, leggur granskarin, Nikolaos Evangeliou, aftrat.

 

##med2##

 

 

 

Roykur hevur ligið yvir pørtum av USA og Kanada í eina viku. Tað er vandamikið at anda slíkt roykstøv í seg,