Orsøkin til stóra vøksturin er uttan iva, at virðisgjaldið á el-bilum fór upp 1. apríl.
Á Akstovuni siga tey, at talið av leigubilum í skipanini broytist alla tíðina, tí tað er nógvir leigubilar í skipanini um summarið og færri um veturin.
Í dag eru skrásett tilsamans 956 leiguakfør í Føroyum. Tað fevnir um 908 persónbilar, 46 vøruvognar, 1 kampingvogn og 1 viðfestisamboð.
Seinastu 12 árini hava so nógvar nýskrásetingar verið av leigubilum:
2012: 97
2013: 183
2014: 467
2015: 452
2016: 406
2017: 494
2018: 552
2019: 711
2020: 441
2021: 530
2022: 721
2023: 702
2024: 124
Íalt: 5880