Tað var tá løgreglan í gjár av tilvild steðgaði einum bili í Klaksvík, at tey fingu illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.
Løgreglan hevur útgerð at kanna slíkt við, og tað vísti seg, at persónur var ávirkaður, og tí varð hann handtikin og blóðroynd tikin.
Hann varð síðani skuldsettur fyri at koyra rúsevnaávirkaður.