Skulkidagur er á Kambsdali í dag

Løgreglan hevur longu fingið fleiri fráboðanir um at ferðslan á Kambsdali er órógvað

Tað er skulkidagur á Kambsdali í morgun. Og tá so er, so hava næmingar til fragd at órógva ferðsluna. Tað plagdi at verða gjørt í Hoydølum, tá studentaskúlan var har, og tað verður eisini gjørt í Marknagili, síðani studentaskúlin flutti hagar.

Á Kambsdali verður tað eisini gjørt, har næmingarnir órógva ferðsluna á landsvegnum, Fuglafjarðarvegnum.

Løgerglan sigur í morgun, at tey hava fingið fleiri fráboðanir, og at tey eru farin á staðið fyri í øllum førum at royna at fáa ferðsluna at glíða.

Vaktleiðarin sigur, at fólk sum skulu koyra gjøgnum Kambsdal í morgun mugu brynja seg við toli.