Tað er 24 ára gamla Yuval Raphael, sum yvirlivdi álopið hjá Hamas-rørsluni 7. oktober 2023, sum syngur. Hon var tá á ísraelska tónleikafestivalinum Nova.
Sangurin snýr seg um vón og styrki, sigur Yuval Raphael, sambært Times of Israel.
- Fyri meg umboðar sangurin tørv okkara á at grøðast eins og eitt bjartskygni fyri framtíð okkara. Sangurin snýr seg um okkara styrki, okkara felags vón, umframt stuðul og kærleika frá landsins vakra fólki.
- Ein nýggjur dagur fer at lýsa, og tað verður tað besta, sum nakrantíð hevur verið.
Yuval Raphael yvirlivdi álopið við at goyma seg undir fleiri líkum.
364 fólk vórðu dripin.
/Ritzau/