Smáligt á landgrunninum - men gott á Føroyabanka

- Streymurin er góður, men harðnar, sum vikan gongur. Tí verður roknað við nógvum útróðri, serliga fyrst í vikuni.

Eitt ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr á Íslandsrygginum, og tvey smærri ísfiskalínuskip eru á landgrunninum.

 

- Tey smærru skipini koma inn at landa í vikuni, men ivasamt er um skipið, sum er á Íslandsrygginum, landar hesa vikuna.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Tvey frystilínuskip eru á Føroyabanka, eitt er í íslendskum sjógvi, eitt er á Íslandsrygginum, og eitt er á landgrunninum.

 

- Línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin er góður, men harðnar, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott, og tí rokna vit við nógvum útróðri, serliga  fyrst í vikuni, meðan streymurin er góður.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkur útróðrarbátur eisini fer út á Føroyabanka. 

 

- Fiskiskapurin er smáligur á landgrunninum, men góður á Føroyabanka, har bátarnir fáa mest av toski og hýsu, verður lagt aftrat.