Smáligur garnafiskiskapur

- Fiskiskapurin eftir upsa er hampiligur í løtuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Trý partrolarapør fiska upsa og annan hvítan fisk, og tvey pør eru á gulllaksaveiði.

 

Ein stakur trolari, sum er Eysturbúgvin, er eisini á gulllaksaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin eftir upsa er hampiligur í løtuni.

 

Tveir frystitrolarar fiska svartkalva, og væntandi fer eisini ein djúpvatnstolari á svartkalvaveiði í bretskum sjógvi í vikuni.

 

Av teimum smáu trolbátunum er bara ein til fiskiskap í løtuni. Teir eru norðanfyri og fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Fýra garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. 

 

- Øll garnaskipini hava smáligan fiskiskap í løtuni, men tey koma øll inn at landa í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.