Í gjárakvøldi var ein dystur leiktur í SMS-deildini.
Neistin tók móti VB í høllini á Hálsi.
Neistakvinnur livdu upp til sín greiða favorittleiklut og vunnu stórsigur 42-29. Í steðginum var Neistin á odda 22-10.
Kyndil og Neistin hava nú bæði 30 stig undan seinasta leikumfarinum í kapprenningini um annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar.
Men Kyndil hevur ein munandi betri málmun. Kyndil hevur málmunin pluss 157, meðan Neistin hevur málmunin pluss 116.
Leygardagin 1. apríl tekur Neistin móti VÍF í Havn, og sama dag spælir Kyndil móti VB suðuri í Vági.
Støðan:
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##