Hoyvíkskvinnur eru eins og í 2023 og í 2022 FM-vinnarar í SMS-deildini.
Tað eydnaðist H71 at vinna FM-finalu uppgerðina móti verandi steypa- og grundspælsvinnarunum, Kyndli við 3-1.
Fjórða FM-finalan í Hoyvíkshøllini endaði við 26-24 sigri til H71. Kyndil kom tvær ferðir upp á javnt í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist teimum ongantíð at koma framum. Tá tríggir minuttir vóru eftir var H71 á odda 24-21. Kyndil fekk minkað til støðuna 24-23, men so fekk H71 svarað aftur, og tær fingu eisini seinasta orðið við einum brotskastsmálið beint undan dystarloki.
Við sjey málum gjørdist Anna Elisabeth H. Weyhe toppskjútti hjá H71. Bjarta O. Johansen var við seks málum toppskjútti hjá Kyndli.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##