Tað er framvegis háspenningur um sætta plássið í SMS-deildini. VB hevur seks stig, meðan StÍF hevur fimm stig og EB hevur fýra stig.
Liðið sum tryggjar sær sætta plássið vinnur seg í FM-fjórðingsfinaluna.
VB megnaði ikki at leggja sjógv millum seg og StÍF og EB í dag. VB var fyri stórtapi móti VÍF á heimavølli.
VÍF vann dystin í Vágshøll stórt 38-22. Í steðginum var VÍF á odda 17-10.
VÍF hevur 20 stig og endar á fimta plássinum í grundspælinum.
VB tekur móti Kyndli komandi sunnudag, og sama kvøld spæla EB og StÍF ein sera avgerandi dyst norðuri á Eiði.
Hóskvøldið 5. apríl verður seinasti dysturin leiktur í grundspælinum. Tá tekur VB móti StÍF í Vágshøll.
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##