So kom gongd á hjá EB/Streymi

Betri deildin menn: Tað hevur tikið eina løtu at fáa gongd á undirskriftirnar, men nú er glið komið á

Mynd: (EB/Streymur) Jógvan í Skorini, formaður, og Andras Olsen

EB/Streymur er í holt við at fáa sáttmálar upp á pláss fyri komandi kappingarár. Tað hevur annars verið friðarligt rundan um felagið, men nú hevur liðskiparin sett sína undirskrift á komandi kappingarár.

 

- EB/Streymur og Andras Ólason Olsen hava gjørt sáttmála fyri 2024. 28 ára gamli miðverjin úr Streymnesi fekk sínar fyrstu minuttir fyri betriliðið hjá EB/Streymi í 2015 og hevur síðani 2020 verði liðformaður. Higartil er tað blivi til 186 dystir og 16 mál hjá sterka miðverjanum, skrivar EB/Streymur.

 

Bergur Poulsen og Virgar Jónsson hava skrivað undir seinastu dagarnar.

 

Mynd: (EB/Streymur) Jógvan í Skorini, formaður, og Andras Olsen