Søgan um ein mann, sum bankaði eina kvinnu?

– ella hví ein OL-boksidystur hevur skapt nógva øsing

Ein OL-boksidystur hevur skapt nógva øsing seinsatu dagarnar. Eftir bert 46 sekund í ringinum móti algerisku Imane Khelif, mátti italska Angela Carini lúta. Orsøkina sigur hon vera, at hon ongantíð er blivin boksað so hart, at hon møguliga breyt nøsina, og at hon tí valdi at gevast fyri at verja sína heilsu.

 

Men er hetta ein søga um “woke” hugsjónir, sum oyðileggja ítróttin, soleiðis sum nógv vilja vera við? Er tað so galið, at menn kunnu koma við til kvinnukappingar í boksing? Søgan bleiv av góðum grundum skjótt partur av teimum stóru mentanarkríggjunum, og fleiri kend nøvn hava longu sagt sína hugsan um boksidystin.

 

Ein teirra er kendi bretski rithøvundurin J. K. Rowling, sum hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter. Hon skrivaði soleiðis á X:

 

– Kundi nøkur onnur mynd betri tikið saman um okkara nýggju rørslu fyri rættindum til menn? Falska smílið á einum manni, sum veit at kvinnuhatsku ítottarmyndugleikarnir verja seg, og sum nýtur neyðina hjá eini kvinnu, sum hann júst hevur boksað í høvdið, og hvørs ætlanir hann júst hevur syndrað.

 

##med3##

 

J. K. Rowling er seinastu árini blivin sera umstrídd vegna hennara hugsanir um transpersónar.

 

Føroyska Sólbjørg Jacobsen, sum er politiskt framsøgufólk hjá Liberal Alliance í danska Fólkatinginum, hevur eisini viðmerkt dystin. Hon skrivar:

 

– Hetta er so skeivt. Óunniligt. Eg skilji ikki, hvussu vit fyri rúmleikans skuld skulu finna okkum í hesum her, kostað av lívfrøðiligum kvinnum. Fullkomiliga svakt.

 

##med4##

 

Men er hetta talan um ein mann, sum er sloppin við til eina boksikapping fyri kvinnur, og tí reint kropsliga er við yvirlutan?

 

Altjóða olympiska nevndin vísir hesum skuldsetingunum frá sær.

 

Í eini fráboðan vísir nevndin á, at teir báðir íðkararnir leingi hava luttikið í altjóða kappingum sum kvinnur.

 

– Vit hava sæð villleiðandi tíðindini um tveir kvinnuligu íðkarnar, sum taka lut í OL í París í ár. Teir báðir íðkararnir hava tikið lut í nógvum altjóða boksikappingum í nógv ár í kvinnubólkinum, m.a. OL í Tokyo í 2020, IBA-fyriskipaðum HM í boksing og øðrum IBA-fyriskipaðum kappingum, skrivar nevndin í síni fráboðan.

 

Nevndin vil vera við, at íðkararnir vóru fyri mismuni í fjør, tá tær vórðu diskvalifiseraðar úr eini HM-kapping í kvinnuboksing:

 

– Hesir báðir íðkararnir eru offur fyri eini brádligari og tilvildarligari avgerð hjá IBA. Móti endanum av IBA-fyriskipaðu HM kappingini í 2023, vórðu tær brádliga diskvalifiseraðar í eini órættvísari tilgongd, heldur fráboðanin hjá IOC fram.

 

Ógreitt, júst hvørjar royndir vóru gjørdar

 

Nógvir miðlar hava endurgivið forsetan í Altjóða boksisambandinum (IBA), sum hevur sagt, at tað bleiv staðfest, at íðkararnir høvdu XY kromoson og ov høgt testostoron. Tað segði hann við russisku statsriknu tíðindastovuna TASS. Men tað er ikki greitt, júst hvat slag av royndum, talan er um, og hvørji metingarstøði liggja til grund fyri niðurstøðuni at diskvalifiserað tær báðar Imane Khelif og Lin Yu-ting.

 

Í síni fráboðan vísir altjóða olympiska nevndin á, at sambært egnari fundarfrásøgn, so var avgerðin um at burturvísa teir báðar íðkararnar tikin av aðalskrivaranum í IBA saman við stjóranum. Nevndin staðfesti bara avgerðina, og kravdi tá, at IBA “ger greiðar mannagongdir fyri royndir at staðfesta kyn”

 

Í eini fráboðan, ið varð almannakunngjørd 31. juli, segði Altjóða boksissambandið, at “testostoronroyndir ikki vórðu tiknar” av kvinnunum, men at ein “onnur, viðurkend roynd” var tikin, og at bæði roynd og úrslit eru “í trúnaði”. Boksisambandið metti, at royndin vísti, at íðkararnir høvdu ein órættvísan kappingarfyrimun, og tí vórðu tær diskvalifiseraðar.

 

Tað er tískil ikki greitt, á hvørjum grundarlag, kvinnurnar blivu diskvalifiseraðar í fjør. Báðar eru eftir øllum at døma føddar sum kvinnur, og hava altíð verið at rokna sum kvinnur í almennum skjølum. Talan er ikki um transpersónar, men helst um sokallaðar 'intersex' persónar, sum er fólk, hvør kynseyðkenni ikki passa inn í bineru maður/kvinna kynsfatanina. Til dømis kunnu tey verða fødd við bæði mannligum og kvinnuligum kynsgøgnum, eins og tey kunnu hava mannlig og/ella kvinnulig kynseyðkenni – eitt nú hormonir ella kromosomir. 

 

Fleiri, sum hava sagt sína hugsan um OL-dystin, hava seinni drigið í land ella biðið um umbering, tá ið tað gjørdist greitt, at talan neyvan er um tvørkyndar íðkarar.

 

Kjak um kynsskifti tekur seg fram í Føroyum

 

Orðaskifti um transpersónar – ella tvørkynd sum tað eisini eitur á føroyskum – er spakuliga við at taka seg fram í Føroyum, meðan lítið enn hevur verið at hoyra um intersex-persónar. Á Faroe Pride í ár var eitt av slagorðunum, at løgfrøðiligt kynsskifti eigur at verða loyvt í Føroyum. Esther Margreth Petersen, sum er samskipari hjá LGBT Føroyum, segði undan Faroe Pride 2024, at nú verður serliga arbeitt við at varpa ljós á løgfrøðiligt kynsskifti.

 

Tá verður loyvt einum persóni at fáa eitt kyn, sum samsvarar við tað, persónurin sjálvur kennir seg sum. Tá verður møguligt at fáa eitt nú p-tal og pass, sum svara til tað kyn, persónurin metir seg hava.   

 

Les eisini: Vilja gera tað møguligt at skifta kyn løgfrøðiliga

 

Í 2018 viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um løgfrøðiligt kynsskifti, sum Sonja Jógvanssdóttir, løgtingskvinna, hevði lagt fram. Tað kom ongantíð úr rættarnevndini og fall tí burtur. Og í fjør var nógv orðaskifti um eitt tiltak í samband við filmsfestivalin FIMFF, har ein søguløta við Siriously skapti nakað av øsing. Tá var eisini eitt sofaprát á skránni um løgfrøðiligt kynsskifti.