Tíðindaskriv:
Fleiri slíkar finalur skulu til fyri at læra seg at stýra nervunum, sigur hann. Martin Damsbo, høvuðsvenjari er ovfarin av framúr góða úrslitinum hjá Jóannesi, - tað er eyðsæð, at hann er ávegis til okkurt størri, sigur hann.
Avrikið hjá Jóannesi Poulsen í European Grand Prix-kappingini í Arnhem í Hollandi er onki minni enn søguligt, tí ongantíð áður er ein føroyskur bogaskjútti rokkin so langt í einari so tignarligari altjóða kapping, sum evropeisku Grand Prix-kappingarnar eru.
Bara tað at hann bleiv nummar fimm í innleiðandi kappingini var eitt stórt herðaklapp til Jóannes, og at hann síðan vann seg allan vegin til sjálva finaluna, fer langt út um tað, sum nakar hevði torað at vænta og vóna.
Sjálvur er hann sjálvsagt eisini ógvuliga fegin um úrslitið – og takksamur.
- Eg eri bara glaður um, at tað gekk so væl ,sum tað gekk, og fyri, at eg fekk henda møguleikan at skjóta eina finalu, soleiðis sum tær verða skotnar professionelt, sigur Jóannes Poulsen.
##med2##
Fleiri kappingar skulu til
Hann ásannar, at tað var ikki sørt ræðandi knappliga at skula vera í miðdeplinum í einari so tignarligari kapping, og at tað tí kanska serliga var fjálturin, ið gjørdi munin í hólmgonguni ímóti slovakiska Jozep Bosansky.
- Men tað er bara ein máti at venja slíkar finalur, og tað er at fara til fleiri kappingar. Sleppur tú oftari í slíkar finalur, so lærir tú teg ikki at verða so nervøsur, sum eg bleiv í dag. Eg var tó ikki nervøsur áðrenn og eftir finaluna, so tað má vera alt hetta, ið var nýtt fyri meg – sjálv finalubreytin, allir áskoðararnir, sjónvarpslið, ein øðrvísi tíðarskipan og ymiskt sovorðið – sum ávirkaði meg. Men tað skulu vit venja okkum við, og fyri meg var hetta ein góð venjing til akkurát tað, sigur føroyski silvurvinnarin.
Venjarin er ovfarin
Martin Damsbo, høvuðsvenjari hjá bogaskjótilandsliðnum, er ovfarin av úrslitinum, men væntar tó als ikki, at hetta verður eitt eindømi hjá Jóannesi.
- Jóannes hevur veruliga sett síni týðuligu merki í bogaskjótiheiminum við hesum avrikinum. Eftir eina intensa og krevjandi luttøku á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum leyp hann beint í tað í Grand Prix-kappingini í Hollandi – uttan steðg, men ógvuliga miðvísur og við stórum vilja. Tað krevur ikki bara kropsligt úthaldni, men eisini sálarliga styrki at tillaga seg so skjótt og skula kappast á so høgum støði.
##med3##
- Í innleiðandi kappingini skeyt hann við stórum neyvleika, og í finalunum megnaði hann at halda eitt merkisvert javnt støði. Tað var júst henda rógvin og óvikandi støðið, sum bleiv avgerandi, og sum tryggjaði honum eitt flott silvurheiðursmerki. Tað er nakað heilt serligt at síggja samanrenningina millum gávur og hart arbeiði løna seg. Jóannes er prógv um, at dedikasjón og passión gera mun.
- Tað, hann leggur fyri, er hugkveikjandi, og tað er eyðsæð, at hann er ávegis til okkurt størri. Tað verður spennandi at fylgja við í hansara menning og síggja, hvaðar ferð hansara førir hann næstu ferð. Silvurheiðursmerkið er fult uppiborið – og er kanska bara ein byrjan, sigur Martin Damsbo.