Grein úr Sosialinum 4. apríl 2025:
Í januarmánaði í fjør vórðu seldir 46 elbilar í Føroyum. Í februar mánaði í fjør vórðu seldir 76 elbilar í Føroyum. Tilsaman vórðu seldir 122 nýggir elbilar í Føroyum ársins fyrstu tveir mánaðir í fjør.
Men í fjør broytti Løgtingið avgjøldini á elbilum, og tað hevur uttan iva ført til ta munandi lægri søluna av elbilum, sum hevur verið í januar og februarmánaði í ár, tá tað tilsamans bara eru seldir 25 elbilar.
Tað var í 2023, at Løgtingið samtykti uppskot frá landsstýrinum um at broyta lógina um avgjøld á elbilar. Sum grundgeving varð sagt, at við uppskotinum verður avgjaldsfrítøkan á ravmagnsbilar avmarkað til 200.000 kr.
– Endamálið við avgjaldsfrítøkuni hevur verið at fremja grøna orkuskiftið og ikki lata stuðul til at keypa dýrar bilar, skrivar Fíggjarmálaráðið í viðmerkg til uppskotið.
Hægri avgjald á elbilar og vetnisbilar
– Broytingin ber í sær, at ravmagns- og vetnisbilar frá 1. januar 2024 skulu rinda eitt virðisgjald av tí partinum av CIF-virðinum, sum fer upp um kr. 200.000, sigur Fíggjarmálaráðið, sum vísir á, at sambært tá galdandi lóggávu eru persónbilar, sum nýta ravmagn ella vetni til framdrift, avgjaldsfríir til og við 31. desember 2024.
Tað endaði við, at frá 1. apríl 2025 skuldu hesi akfør rinda eitt stigvíst hækkandi avgjald. Í 2028 og fylgjandi ár er avgjaldið 30% av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 45% av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri kr. 100.000, sigur ráðið.
##med2##
Avgjøld skulu hækka skjótari enn ætlað
Sagt verður víðari, at endamálið við uppskotinum er at leggja avgjald á bilar, sum nýta ravmagn ella vetni til framdrift, skjótari enn galdandi lóggáva ásetir.
Tað merkir, at landsstýrið vil fremja hesa broyting skjótari enn áður ætlað, at elbilar skjótari skulu rinda avgjøld sum aðrir bilar – sum soleiðis kann síggjast sum hóttan ímóti grønu umleggingini av føroysku bilparkini.
Uppskotið varð ikki sent til hoyringar, men hevur ligið á hoyringarportalinum hjá Føroya landsstýri í 14 dagar – og tá ið hoyringarfreistin var úti, vóru eingi hoyringarskriv komin.
Fíggjarmálaráðið skrivar, at lógaruppskotið hevur jaligar fíggjarligar avleiðingar fyri landið orsakað av, at ravmagns- og vetnisbilar skulu rinda eitt ávíst virðisgjald eitt ár fyrr enn eftir galdandi løgtingslóg.
Síðani verður víst á, at sambært Akstovuni vórðu í 2022 seldir 506 ravmagnsbilar. Av hesum bilum høvdu 467 eitt CIF-virði, ið var hægri enn 200.000 kr.
Ráðið upplýsir eisini, at samlaða CIF-virðið omanfyri 200.000 fyri allar ravmagnsbilarnar var 62,0 mió. kr. Tað er 133 tús. kr. í miðal fyri hvønn bil, sum er omanfyri 200.000 kr., skrivar Fíggjarmálaráðið.
– Við at áseta 45% í virðisgjaldi fyri CIF-virði omanfyri 200.000 kr., hevði landskassin fingið áleið 28 mió. kr., um avgjaldið var galdandi í 2022. Nakað færri ravmagnsbilar eru seldir higartil í 2023, og seldu bilarnir eru í miðal eitt sindur bíligari. Tískil er trupult at spáa um ravmagnsbilasøluna í 2024.
– Hugsast kann, at hækkaða gjaldið møguliga fær fólk at keypa bíligari ravmagnsbilar, sum ger, at avgjaldsinntøkan verður minni. Harafturímóti kann tað vera, at fleiri heldur keypa ein bensin- ella dieselbil, sum ger, at avgjaldsinntøkan verður størri, skrivar Fíggjarmálaráðið í viðmerkingum til uppskotið.
Metingin hjá Fíggjarmálaráðnum er, at samlaða meirinntøkan av uppskotinum er um 25 mió. kr. í 2024.
– Hendan upphædd minkar stigvíst fram til 2028, tá hækkingin av skrásetingargjaldinum verður innheintað av áður samtyktari hækking, sigur Fíggjarmálaráðið í viðmerking til samtykta uppskotið.
##med4##
Skal fíggja pensjónistafrádrátt
– Uppskotið er fyrstu árini við til at fíggja pensionistafrádráttin, sum landið átekur sær í sambandi við avtalaða lønarlyftið til námsfrøðingar, heilsuhjálparar og heilsurøktarar, skrivar Fíggjarmálaráðið.
– Lógaruppskotið fer helst at hava ávísar neiligar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, heldur Fíggjarmálaráðið:
– Uppskotið hevur neiliga ávirkan á umhvørvið, um uppskotið ber í sær, at fólk keypa ein bensin ella dieselbil, heldur enn ein ravmagnsbil, skrivar ráðið, sum eisini vísir á, at Føroyar hava bundið seg til at fylgja París avtaluni um at minka útlátið av veðurlagsgassi.
– Við at stuðla einari grønari loysn til framdrátt av akførum, minkar útlátið av CO₂.
Lógarupskotið hevur sambært Fíggjarmálaráðnum ikki ávirkan á henda stuðul, men lógaruppskotið málrættar lægra virðisgjaldið til, fyrst og fremst, bíligari ravmagns- og vetnisakfør.
– Lógaruppskotið er eitt avgjaldsuppskot, sum ber í sær, at virðisgjaldið hækkar stigvíst skjótari fyri ravmagns- og vetnisakførini.
– Við uppskotinum verður virðisgjaldið, sum stigvíst verður lagt á ravmagns- og vetnisakfør framskundað fyri dýraru akførini.
– Bilar, sum kosta meira enn 200.000 í CIF-virði fara at rinda 45% í skrásetingargjaldi fyri upphæddina omanfyri 200.000 kr í CIF-virði.
– Kostar ein bilur 300.000 kr. í CIF virði, verður avgjaldið 45.000 kr, skrivar Fíggjarmálaráðið í viðmerkingunum til samtykta uppskotið.
##med3##