Íløgur til almannagagnligar bygningar mugu og skulu raðfestast í størri mun.
Ein meting frá Almannastovuni sigur, at tørvur er á byggingum fyri 500 mió. kr. tey næstu árini - hetta meðan Landsverk er langt afturúr við viðlíkahaldi av sosialum bygningum.
Raðfestingin og javnvágin millum bygging av nýggjum bygningum og viðlíkahaldi av gomlum bygningum má effektiviserast. Tað nyttar ikki at hava bæði undir einum stovni, um játtanin ikki fylgir við. Tískil má og skal játtanin til Landsverk hækkast ella endurskoðast.
Tað er alneyðugt at prioritera tað sosiala økið, og tískil vil eg taka hetta í størsta álvara, verði eg valdur inn á løgting.
Pole J. Hansen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið