Tað var onkur á landi, sum sá grindina, sum lá einar 500 metrar úr landi í Hvannasundi áraka nýggja tunnilsmunnan.
Grindaboð vórðu send út, og sýslumaðurin varð kunnaður. Síðani tóku hann og hansara fólk sær av málinum.
Men tað vísti seg skjótt, at talan ikki var um grind, men um eitt serligt slag av springarum. Og tí var avgerð tikin um ikki at gera nakað við tað, og grindaboðini vórðu avlýst, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.