Spanska løgreglan: Høg ferð er hugsandi orsøkin

Høg ferð eru fyribils ástøðið hjá sponsku løgregluni eftir vanlukkuna, tá brøðurnir, Diogo Jota og André Silva, lótu lív í ferðsluvanlukku

 

 

 

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga frá sponsku løgregluni, sum hevur roynt at funnið út av, hví ferðsluvanlukkan hendi. 

 

Sambært fyribils niðurstøðuni hjá løgregluni bendir alt á, at ferðin á bilinum var ov høg á motorvegnum í Spania.

 

Kendi Liverbool-profilurin, 28 ára gamli, Diogo Jota og beiggi hansara, 25 ára gamli, André Silva, lótu báðir lív í vanlukkuni.

 

Ferðsluvanlukkan hendi, tá Diogo Jota var á veg aftur til Onglands eftir at hava hildið frí. Brøðurnir koyrdu í einum Lamborghini.