Chelsea skal komandi sunnukvøld klokkan 20 spæla HM-finalu móti antin Paris Saint Germain ella Real Madrid á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.
Á sama leikvølli eydnaðist tað Chelsea at vinna 2-0 á Fluminense. João Pedro skoraði bæði málini við tveimum rimmar skotum, har serliga tað seinna var framúr gott. João Pedro legði Chelsea á odda í 18. minutti, og hann økti til 2-0 í 56. minutti. Fluminense er barndómsfelagið hjá João Pedro, og tí vildi hann ikki fegnast um bæði málini, ið bæði høvdu uppiborið ein stóran fagnað fyri dygd.
Fluminense-Chelsea 0-2 (0-1)
0-1 João Pedro (´18 )
0-2 João Pedro (´56 )
Í annaðkvøld klokkan 20 hittast Paris Saint Germain og Real Madrid á MetLife leikvøllinum.
HER ber til at síggja tey bæði málini João Pedro skoraði fyri Chelsea í HM-hálvfinaluni:
##med2##