ST: Humanitera kreppan versnað í Urkaina

Humanitera kreppan í munandi versnað í pørtum av syðra Ukraina, sum er rakt av vatnflóð eftir álopið á byrgingina Nova Kakhovka.

 

Tað sigur Martin Griffiths, stjóri í hjálparfelagsskapinum hjá ST, Ocha, sambært tíðindastovuni AP.

– Tað er ikki fyrr enn nú, at vit síggja avleiðingarnar av hesum. Humanitera støðan er nógv versnað, og milliónir av fólkum kring heimin fara at merkja avleiðingarnar.

Ukarina – og ikki minst syðru landbúnaðarøkini – eru ofta kallað »heimsins týdningarmestu breyðkurvar«.

Griffiths sær fyri sær, at útflutningurin fer at minka, at prísirnir á matvørum hækka, og at tað verður minni til av mati til fleiri milliónir fólk aðra staðni í heiminum.

/ritzau/