Hava ongar ætlanir um at gera tunlar til útoyggjar

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur spurt landsstýrismannin, um ætlanir eru um at gera fast samband til útoyggjar. Men slíkar ætlanir eru ikki

Tað staðfestir Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til skrivligan fyrispurning Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Fyrispurningur hennara var soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at fáa fast samband til allar útoyggjarnar við eini undirsjóvarbreyt, soleiðis at alt Føroya fólk við hesum verður knýtt saman?

2. Veit landsstýrismaðurin, hvussu tað gongur við nýggju tøknini hjá Earthgrid at bora tunlar við, sum ger tað munandi bíligari at bora?

3. Um ikki, hevur landsstýrismaðurin so nakrar ætlanir um at kanna, hvussu tað gongur at bora tunlar við tøknini hjá Earthgrid?

Til tann fyrsta spurningin svarar landsstýrismaðurin, at Føroyar hava eitt væl útbygt undirstøðukervi, sum støðugt verður útbygt og betrað.

– Ferðasambandið í Føroyum er eisini gott. Nú Sandoyartunnilin er latin upp fyri ferðslu, hava 91% av Føroya fólki fast vegasamband. Suðuroyartunnilin verður í løtuni fyrireikaður, og tá hann er gjørdur, verða góð 99,0% av Føroya fólki knýtt saman í einum vegakervi.

– Tað almenna hevur í meira enn eina øld arbeitt við at knýta landið saman við einum góðum samferðslukervi og ferðasambandi. Á landi við vegum, tunlum, havnum og busssambandi. Millum oyggjar við ferjusambandi, undirsjóvartunlum, byrgingum, brúm og tyrlu, sigur landsstýrismaðurin.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at betra ferðasambandið til útoyggjarnar.

Hann vísir á, at strandferðsluflotin verður endurnýggjaður, og eftir ætlan verður farið undir at byggja nýggja Kalsoyarferju í 2025. Síðani er ætlanin at byggja eina ferju til Svínoyar- og Fugloyarleiðina.

Triðja ferjan verður helst Nólsoyarferjan.

Nýggju ferjurnar fara at lúka øll nýmótans krøv. Tað verður høgligari og betri at ferðast. Miðað verður eftir at sigla fleiri túrar, og fastbúgvandi eiga at verða raðfest fremst.

– Vit hava ongar royndir ella siðvenju við undirsjóvarbreytum (metro) í Føroyum, og hava ikki av álvara arbeitt við málinum. Hvørki, tá undirsjóvartunlarnir vórðu gjørdir, ella nú

Suðuroyartunnilin verður fyrireikaður, sigur hann.

Síðani vísir hann á, at í frágreiðingini hjá Landsverki frá 2021 um forkanningar av eini nýggjari Suðuroyarleið, verður møguleikin at gera ein jarnbreytartunnil tó umrøddur. Ein toktunnil verður mettur at vera dýrasta loysnin, tí íløgur skulu eisini gerast í tok, jarnbreytir, jarnbreytarstøðir og annað.

Rakstrarkostnaðurin er eisini høgur.

Undirsjóvarbreytir (metroir) verða vanliga brúktar til at tryggja ferðslutíttleika í háferðslutíð í stórbýum, har nógv fólk búgva og skulu ferðast skjótt millum arbeiðið og heimið. Meginøkið í Føroyum er longu knýtt saman í eitt infrakervi.

– Tað eru í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera undirsjóvarbreytir til útoyggjarnar við verandi kostnaði og tøkni. Um tøkniliga menningin loyvir tí, eigur málið at verða tikið uppaftur, sigur landsstýrismann.

Í sambandi við hinar báðar spurningarnar frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, vísir hann á, at Landsverk er vegamyndugleiki landsins og tøkniligi stovnur landsstýrismansins. Stovnurin hevur góðar og drúgvar royndir við tunnilsgerð, og hevur staðið fyri og gjørt tunlar í eini 62 ár.

– Landsverk hevur ikki neyvan kunnleika til tøknina hjá EarthGrid at bora tunlar og ger tí sínar viðmerkingar við fyrivarni.

Landsverk metir, at henda nýggja tøknin at bora enn er á royndarstøði, men í støðugari

menning.

Nýggja tøknin byggir á, at borað verður við brennara (kyndli). Grótið verður hitað, so tað

smeltar.

Royndirnar higartil benda á, at hesin hátturin at gera tunlar kann vera skjótari og bíligari enn verandi háttur at gera tunlar. Tunlarnir, sum eru boraðir, eru smalir og ikki gjørdir til

ferðafólkaferðslu, sum nú er.

Landsverk fylgir støðugt við tøkniligu menningini og arbeiðsháttum innan tunnilsgerð.

Landsverk samstarvar og samskiftir við norðurlendskar samstarvspartar og onnur um millum annað tunnilsgerð.

– Samanumtikið er eingin ætlan um at byggja jarnbreytir ella undirsjóvarbreytir til smærru útoyggjarnar, men í staðin er ætlanin at gera sjóvegis sambandið enn betri við nýggjum ferjum og við betri ferðaætlanum.

– Loyvir tøknin tí, kann málið um ger av undirsjóvartunlum til útoyggjar verða tikið upp seinni, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Dennis Holm, í svarinum til løgtingskvinnuna.