Størst mótstøða ímóti samanlegging í Sandvík

Á Tvøroyri var greiður meiriluti fyri kommunusamanlegging, men tað var tað ikki í Hvalba og í Sandvík

Á fólkaatkvøðuni leygardagin vrakaðu fólk í Hvalbiar kommunu uppskotið um at leggja Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommu saman. Fólkaatkvøða varð hildin eftir at kommunustýrini hava fyrireikað hana og gjørt eitt semjuskjal, sum skal vera grundarlagið undir samstarvinum. Um meiriluti var fyri, so høvdu kommunurnar verið lagdar saman á nýggjárinum, og fólkið í báðum kommununum valt eitt felags býráð á kommunuvalinum í november.

Á Tvøroyri vísti uppteljingin greiðan meiriluta fyri. 74 prosent søgdu ja og 26 søgdu nei til samanlegging.

Í Hvalba vóru 46 prosent fyri samanlegging, men 54 prosent ímóti.

Í Sandvík, sum er partur av Hvalbiar kommunu, men sum hevur valstað fyri seg, vóru 40 prosent fyri og 58 prosent ímóti samanlegging millum Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu.